2. umfar av Sement

Um áhugi er fyri tí, so fara vit til Havnar leygarkvøldið 15. apríl til 2. umfar av tónleikakappingini Sement. Tað kemur neyvan óvart á, men tað er sjálvandi hetta umfarið, har Adrenaline skal spæla, so um tit hava hug at fara suður at stuðla og samstundis hoyra fleiri aðrar góðar bólkar, so er at teknað teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum sum skjótast og í seinasta lagið mikukvøldið 12. apríl kl. 23.00

Tiltakið í Havn kostar 150,- kr, og so er tað + gjald fyri ferðing og kanska okkurt at eta í Havn

Byrjar:
15.04.2023 - KL. 19:00
Endar:
15.04.2023 - KL. 01:00

Komandi tiltøk

09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt 
20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna
05 juni
2024
Húsið stongt - Grundlógardagur